top of page
Sjúrður

Undantrok: Eg vildi verið í Vestmanna í dag (og í Vági og á Hálsi)

Men eg fegnist eisini hjartaliga um at vera heima í dag


Um vit á Trok.fo hava fingið nakrar trúgvar lesarar - og um vit framvegis hava okkara trúgvu lurtarar á FM1 - hava tey helst lagt til merkis, at tað hevur verið soltið við frásøgnum og samanumtøkum hjá Sjúrði seinastu tvær vikurnar. Tað hevur rætt og slætt ikki ligið fyri at fara í høllina.


Tað ger tað heldur ikki hesaferð, tí unnustan er upptikin, og fyri einaferðs skyld koma hennara ætlanir fram um mítt evindaliga hondbóltshyggjarí.

So eg hugni mær heima við dóttrini og vit fara at spæla samstundis sum vit ivaleyst hava stroymingina hjá HSF í baksýni (Og nokk eisini eina stroyming úr Norra)



Dystirnir í dag eru hesir:


Niðasti dysturin er serliga lokkandi. Tað er mansdysturin klokkan 16.00 ímillum VÍF og KÍF.

Tað eru tvey lið, sum eg - uttan kanska at hugsa meg so nógv um - havi spilt út fyrstu vikurnar av kappingarárinum.

Men nú tá ið ein heilur triðingur av grundspælinum longu er farin afturum, liggja tey brádliga fremst av øllum.

Her er stigatalvan hjá monnum:


Hetta hevur verið ein øgilig vika hjá VÍF - eftir at teir seinast vóru fyri útspilling frá mær, tá ið Neistin vant øll stigini burtur úr VÍF í Vestmanna.



Tá var eg stúrin vegna VÍF. Greitt tap heima ímóti Neistanum, og síðani vóru útidystir á skránni í Klaksvík og Hoyvík. Men tað gav so fýra stig, ið vóru strídd heim til Vestmannar!


Í Klaksvík tóktist sigurin tryggur, men VÍF tveitti fyrst eina trygga leiðslu fyri borð - áðrenn Føroyameistararnir fingu hana aftur í evstu løtu.

Og so var dysturin í Hoyvík mikukvøldið - endurtøkan av FM-finalunum - ið tíverri eisini fekk ov lítla umrøðu her og í miðlunum annars.

Tað vóru ikki tvey eins góð lið og í finalunum í vár, men spenningurin var ikki minni.


VÍF vann ein spennandi og intensan dyst, har Mladen mundi leysliga mett hava einar tjúgu bjargingar (bert mín meting), og har H71 fekk sær átta útvísingar ímóti tí einu hjá VÍF. Eg ivist ikki í at hoyvíkingar hildu hetta vera í so hart dømt, men hesi hagtølini siga mær eisini, at VÍF-áleyparar vunnu nógvar tvídystir ímóti H71-verjuni.


Og so megna Filip, Hanus og Hallur framvegis hetta her við at finna eitt gott skot fram úr trongastu støðunum.


KÍF er komið aftur í FM-prátið.

Eg hevði hug at skýra KÍF favorittar áðrenn kappingarbyrjan, og hevði hálvgum hug at avskriva teir eftir fyrst javnleik ímóti Team Klaksvík (Tað vísti seg seinni at ikki vera so galið í mun til kappingarneytarnar) og so serliga javnleikin ímóti Kyndli (Tað var altso nokk so galið).


Men næstan uttan at vit hava gáað um, so eru KÍF einasta ósigraða liðið í kappingini higartil - og kan við sigri í Vestmanna í dag seta seg í einari øgiliga góða støða í oddinum.

Seinasta dystin sóu vit eisini ein styrk á KÍF-liðnum, tá ið Baldur Gillason var við, eftir at hann er skiftur úr H71.

Tað er perfekt fyri KÍF - sum altso var uttan Rúna Joensen fyrstu dystirnar í ár.

Rúni hevur eisini tykist mær saknaður í KÍF fleiri ferðir hesi tvey seinastu skaðadarvaðu kappingarárini í Kollafirði.


Baldur Gillason tykist mær sum ein sera góður styrkur. Hann var av allarbestu vinstru vongum í landinum í fjør, og so kann hann - eins og Rúni -verja so sera væl sum tveyari- Altso fyri høgra bakki. Og tað letur upp fyri at Hans Eli verjur vongur - og rennur skjótálop.


Og so gleði eg meg altso eisini til at síggja dystin ímillum Hans Eli hjá KÍF og Filip hjá VÍF - Teir hava aftur hugtikið hetta kappingarárið.



Áhugavert á Hálsi

Spennandi verður ivaleyst, og tað verður tað í roynd og veru allastaðni um landið, nú eg hyggi eitt sindur longur eftir yvirlitinum.

StÍF er undirtippað úti ímóti Kyndli í SMS-deildini, men hava nú fingið Marius Joensen at fáa eitt sindur á ferð og spæligleði inn á liðið - og vónandi eydnast tað (fyri spenningin í SMS-grundspælinum).



Men tað er ímóti sterkum Kyndilsliði, sum nú eisini er mannað við fleiri vestmenningum, sum byrjaðu kappingarárið í EB. Hetta man styrkja um breiddina hjá einum av FM-favorittunum.


Hjá monnum eru StÍF favorittar - og tað hevði verið sera týdningarmikið at fingið tvey stig í Havn í dag. Altso hygg einaferð enn eftir stigatalvuni í Burn-deildini. Tað er so spennandi og tætt. Og eg ivist ikki í, at Kyndil eisini tevjar ein møguleika at klatra nærri teimum ovaru liðunum í dag.


Og so er tað dysturin í Vági (Eg haldi við VB).

Eftir at Stjørnan kom upp um radaran hjá okkum, hevur gingið eitt lítið sindur striltið at leggja stig afturat - men Stjørnan er framvegis risastórur favorittur ímóti VB.


(VB - Stjørnan... Tað plagdi ofta at vera stuttligt havi eg frætt)


VB spælir á heimavølli fyri bert aðru ferð hetta kappingarárið. Fyrsta royndin ímóti Neistanum gekk ikki sum vónað - Men síðani VB kom aftur í SMS-deildini, eru stig komin á talvuna heima í Vági. Eisini ímóti teimum allarbestu.

Og eg má siga sum er: Eg vóni at VB fær nógv fleiri stig - serliga í Vági.


Her er stigatalvan hjá kvinnum:


Far í høllina ! (Ella stroym - tað er eisini fínt (Og lurta tá ið vit eru aftur á FM1))

Comments


bottom of page