Føroyska U18-kvinnulandsliðið skulu nú gera seg til reiðar til HM-endaspælið, ið verður leikt í Norðurmakedónia í døgunum 30. juli til 10. august.
Hetta verður aðru ferð í søguni, at eitt føroyskt landslið spælir HM-endaspæl og fyrstu ferð nakrantíð at eitt føroyskt kvinnulandslið roynir hetta.
Hetta váttar Hondbóltssambandið mánadagin.
Hesi tíðindini koma rættiliga óvart á, tíhóast Føroyar vóru nær við, so eydnaðist tað ikki at spæla seg til endaspøl í fjørsummar.
Tá vunnu Føroyar bronsu við EM-championship í Georgia.
Sum vit hava skilt málið, hava Føroyar fingið eitt sonevnt "Wild-Card" til U18-HM-endaspælið. "Wild-Card" er eitt vanligt fyribrigdi í altjóða hondbólti. Tað merkir at tú verður boðin við í eina kapping, uttan at hava vunnið teg í hana ígjøgnum undankapping. Orsøkir kunnu eitt nú vera avboð, har tey næst styrkismettu liðini vera boðin við í staðin.
Føroysku U18-kvinnurnar spældu í fjør fyri at røkka hesum EM-endaspælinum, men gjørdust akkurát ov stuttar í EHF-Championship-kappingini.
Føroyar vunnu tá sín innleiðandi bólk frammanfyri Serbia, Italia og Estlandi. Í hálvfinaluni vórðu Føroyar akkurát ov stuttar í avgerandi løtunum ímóti Niðurlondum, sum síðani vunnu kappingina og spældu seg til bæði EM og HM-endaspælið.
Føroyar vunnu síðani bronsudystin við 11 málum á Ukraina, og kundu takka fyri eina kapping, har tað av álvara eydnaðist at vísa føroysku dygdirnar fram fyri hondbóltheiminum.
Lukka Arge var toppskjútti í kappingini við 33 málum. Maria Pálsdóttir Nólsoy var kosin besta miðja og Karin Egholm besti høgri vongur.
Nú sleppa tær og liðfelagarnir at royna seg ímóti teimum bestu í heiminum.
Hesi lond luttaka í HM-endaspælinum:
Algeria, Egyptaland, Guinea, Iran, Kasakhstan, Norðurmakedónia, Kroatia, Danmark, Kekkia, Frakland, Týskland, Ungarn, Montenegro, Niðurlond, Norra, Portugal, Rumenia, Slovenia, Svøríki, Sveis, Argentina, Brasil og Uruguay.
Føroyar hava fingið plássið sum Russland upprunaliga átti, men orsakað av støðuni í Ukraina, eru Russland útihýst frá øllum altjóða hondbólti fyribils.
Norður- og Miðamerika eigur eisini eitt pláss í HM-endaspælinum, men hevur einki land á luttøkulistanum.
Føroysku U18-kvinnurnar (og eftir øllum at døma komandi HM-luttakararnir) spæla vinardyst á útivølli ímóti Íslandi næsta leygardag.
Hesar eru í føroyska hópinum:
Málverjar: Silja Arngrímsdóttir Müller, Neistin Marita Arge, Neistin
Útileikarar: Lea Mohr, Neistin Maria Mrdalo, VB Silja Heðinsdóttir, Neistin Anna Elisabeth Halsdóttir Weyhe, Fredriksberg IF Marita Fríða Magnadóttir Thomsen, Ajax København Karin Egholm, Fredriksberg IF Inga Maria Roysdottir, Fredriksberg IF Barbara Hammer, Kyndil Lukka Arge, H71 Inga Maria Joensen, H71 Anna Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin Maria Pálsdóttir Nólsoy, Neistin Sára Sigrunardóttir Mikkelsen, Neistin Bjørk Franksdóttir Joensen, Neistin
Comments