Við 39-34 sigri á Japan, eru føroysku U21-dreingirnir ímillum tey 16 liðini, ið er komin víðari til meginumfarið. Nú verður mótstøðan nógv sterkari, men føroyska liðið hevur upp aftur meira at geva av til dystin ímóti Evropameistarunum úr Spania í morgin.
Sjúrður og Helgi tóku saman um dystin, Føroyar - Japan og hugdu fram í móti risa uppgávuni ímóti Spania beint eftir leiklok.
Trýst niðanfyri og lurta eftir Trokpoddi nummar 41:
Eisini ber til at lurta á Spotify og øðrum podvarpsappum umframt á www.trok.fo/lurta
Comments