Hesa ferð práta vit um sms-deildina, og um EM. Ikki so nógv um føroyska landsliðið, men kanska mest um tað sum er hent eftir at seinastu flogførini hjá Atlantic fóru úr Brandenburg Berlin Flughafen.
Yvirskriftirnar hesa ferð:
Berlin er yvirstaðið - aftur til dagligdagin. Nú etir Helgi morgunmat við Bjarna í Selvindi ístaðin fyri Lazarov og Karabatic
Sjúrður eitt ár eldri, men er hann eitt ár klókari?
Hvør hevur brúkt jólasteðgin best? Sjúrður gitar
Vestmenningar vundu úr vanligu vinnarunum
Kyndil vinkaði farvæl til kappingarneytarnar
Stjørnan greiddi setningin
Trý hálvfinalulið eru funnin til Evropameistaraheiti, Vit hyggja fram móti hvørjum Danmark møtir í hálvfinaluni
Comentarios