Vit eru aftur eftir landsliðsstegð. FM hjá kvinnum er avgjørt, og vit tosa um øll metini sum eru sett og tikin, og tað góða sum vit hava sæð í finalustríðinum.
Hjá monnum fekk ein lækni høvuðsleiklut í Vestmanna, tá toppskjútti skuldi seymast í steðginum. Hvussu hevði gingið um læknin ikki var har?
Útisetarnir troka enn støðugt, og troka hvønn annan eisini. Hoyr um føroyingauppgerðirnar sum eru í grannalondum okkara. Hartil hava vit eisini ein svenskan meistara longu nú, hóast Savehof enn leika hálvfinalur.
Vit nema eisini við leysasøgur og "silly season", okkurt er alment, okkurt er ikki.
Lurta her, ella har tú vanliga lurtar eftir poddvarpi.
ความคิดเห็น