Hvør er mest intensi dysturin teir hava dømt? Hvussu nógv fet sleppur tú at gera í hondbólti? Hvussu taklar tú at døma eitt búrhøsn sum Helga? Hvussu fyrireika teir seg til dystirnar? Hetta eru millum annað spurningar sum verða svaraðir í vikunnar bonus-poddi, sum vit eisini kalla ein dómaraspesial.
Hendan støðan verður millum annað umrødd:
Tað er umleið eitt ár síðan Trokpoddurin seinast hevði gestatrokarar. Hesa ferð hava vit funnið gestir sum vanliga ikki hoyrast tá hondbóltur verður miðlaður, men hóast alt verður eingin dystur avgreiddur uttan teir. Tað eru dómararnir sum leiða dystirnar, og Jógvan Skeel og Thomas Juul Thomsen, sum skulu døma mansfinaluna í Faxe-Kondi steypakappingini leygardagin, siga sjálvir at dómararnir kunnu koma til orðana oftari. Vit bjóðaðu teimum við í poddin, at greiða frá hvussu tað veruliga er at standa har inni og fáa skeld, samstundis sum tú skalt halda høvdið kalt í avgerðandi støðum.
Teir báðir gestirnir taka okkum eisini ígjøgnum dómarakarrieruna, samstundis sum teir fortelja onkrar stuttligar søgur á vegnum. Lurta her, ella á spotify, apple podcast, ella hinum vanligu podkast-appunum.
"Eg lærdi nógv", tók stóri trokarin til í endanum. Tað gjørdi yngri beiggin eisini.
Comments