Nú er avgjørt hvørji lið møtast í hálvfinalunum hjá kvinnum, og at H71 verður annað finaluliðið hjá monnum. Tað vóru hamskiftir vestmenningar sum tóku ímóti KÍF í Vestmanna, og javnaðu til 1-1 í dystum í hálvfinalunum. Sirenan er aftur í Hoyvíkshøllini, og EB-fjepparar settu dám á dystin á Skála. Eitt innihaldsríkt hondbóltsvikuskifti sum heild.
Hoyr hvussu Sjúrður upplivdi tað í høllini, og hvat Helgi helt seg hava sæð í nýggjasta parti av Trok.
Yvirskriftirnar hesa ferð:
Vestmenningar hevndu seg so dyggiliga
H71 setti seg í góða støðu til finalurnar
STÍF og VÍF vunnu fjórðingsfinalurnar
Lurta eftir poddvarpinum her, ella har tú vanliga hoyrir poddvarp. Vit eru millum annað á Spotify og á Apple podcast.
Vikunnar detalju átti Rógvi Dal Christiansen
コメント