Vit hava aftur fingið gest við í poddvarpið. Hesa ferð er tað Pætur Mikkjalsson, sum greiður frá sínari leið í hondbólti. Hann hevur spælt í Føroyum, Danmark, Íslandi og Svøríki. Nú gongur leiðin víðari. Hoyr hvar hann skal spæla næsta ár í 68'inda parti av Trokpoddinum. Hoyr poddin niðast í greinini.
Hann hevur eina greiða meining um hvat hansara besta mál er, nær hann hevur verið ernast, og nær hann var mest vónbrotin á vøllinum.
Tað er ikki bara gaman at spæla hondbólt uttanlands. Í poddinum hoyrir tú hví Pætur varð noyddur at vaska upp í baðikarinum fyrstu tíðina í Hallby, sum ikki bert var torfør orsakað av einum skaða í fótinum.
Vit venda eisini SMS og Burn-deildunum, sum enn ikki eru heilt avgjørdar.
So seta vit eisini sjóneykuna á heimsins besta unga leikara, sum er føroyingur.
Yvirskriftirnar hesa ferð:
Stríð um fyrsta plássið í BURN-deildini og triðja plássið í SMS-deildini.
Pætur Mikkjalson í poddinum. Hann kunnger hvar hann spælir næsta ár.
Nú fara vit til EM fyri aðru ferð í ár!
Og so eiga vit í Føroyum heimsins besta unga leikara!
Vikunnar detalja er hendan:
Comments