H71 og Neistin skulu spæla FM-finalur í SMS-deildini hjá kvinnunum, meðan Kíf og Víf berjast um at møta hoyvíkingum í FM-finalunum í Burn-deildini. Vit hugleiða um hálvfinalurnar.
Neistin tók Kyndil á bóli
Síðan Neistin tapti hálvfinalurnar í steypakappingini hava tær ligið eitt sindur undir radaranum. Steypavinnararnir úr Kyndli fingu ikki steðgað Mariu P. Nólsoy í álopinum, og høvdu trupulleikar at fáa bóltin framvið Jovanu Stranjanac í Neistamálinum.
Fyrra hálvfinalan var ógvuliga spennandi til síðsta enda, men Neistin dróg longsta stráðið. Onnur hálvfinala gjørdist aldrin ordiliga spennandi, og neistakvinnurnar fingu stegðað kyndilsálopinum, og vunnu greitt til endans.
Profilarnir hjá Neistanum, Jovana Stranjanac og Maria P. Nólsoy, vóru avgerandi fyri at Neistin endaði sum vinnari í hálvfinalunum.
Nógvar bjargingar frá Jovanu, saman við einari sterkari verju, løgdu lunnar undir at Maria smekkaði 21 bóltar í kyndilsmálið í tveimum dystum.
Tað verður spennandi at síggja um Neistin fer at bjóða H71 upp til dans í finalunum, ella kanska øvugt. Vit skulu minnast til at H71 júst tapti ímóti Kyndli i steypafinaluni.
Víf og Kíf skaptu spenningin
Sum fleiri skriva og siga, so er tað júst hetta vit vilja hava í hálvfinalunum til Føroyameistaraheitið. Fullar hallir, hart spæl og spenning. Bæði í Kollafirði og í Vestmanna sat man sum hyggjari við kensluni av at tað kundi farið báðar vegir. Dysturin í Vestmanna skuldi enntá í longda leiktíð fyri at finna ein vinnara.
Tað sæst at bæði liðini løgdu nógv fyri at standa í finaluni ímóti H71. Vestmennningar, verandi føroyameistarar, tykjast sum at finna tað góða spælið fram tá tað stendur mest á. Tað gjørdu teir í Kollafirði, og eisini leingi í dystinum í Vestmanna.
Mladen Mjerimacka sum stóð ein branddyst í Kollafiðri, leitaði eina løtu eftir bjargingunum í næsta dystinum. Men tá tær komu, vísti hann hví hann onkuntíð verður skýrdur føroya besti málmaður, sum Andrias Eriksen segði við Sjúrð beinleiðis í Fm1, eftir sigurin í kollafiðri.
Kollfirðingar greiddu hóast alt sína skyldu eftir longda leiktíð í Vestmanna, og sloppu sostatt undan einum stórum vónbróti fyribils. Teir reyðu hava til hetta kappingarárið lagt nógv fyri at vinna. Fleiri leikarar eru komnir til felagi, men higartil hava úrslitini verið svingandi. Stóra vónbrotið ímóti Neistanum, í hálvfinalunum í steypakappingini, var uttan iva tungt fyri kollfiðringar, og nú skulu teir royna seg í einum triðja og avgerðandi dysti ímóti Víf fyri síðan at møta H71 í finalunum, um teir ætla sær heiðursmerki í ár.
Filip Jojic fekk ein snudd í dystinum í Vestmanna, og eftir tí sum tey siga í Vestmanna, er ivasamt um hann spælir aftur komandi dyst. Flest øll høvdu saknað Filip um hann var skaddur, men serliga Víf hava tørv á honum um teir skulu gera sær vónir um enn eina FM-finalu. Tríggir leikarar eru serliga umráðandi hjá Víf sum eg síggi tað. Tað eru sjálvandi Mladen og Filip, og so Hanus Christophersen sum hesar hálvfinalunar hevur verið øgiliga avgerðandi fyri Víf.
Stjørnan skapti feril av spenningi
Tað hevur ligið í luftini at Stjørnan skjótt fór at koppa H71. Tær hava spælt nakrar tættar dystir ígjøgnum kappingarárið, men enn hava tær ikki vunnið á ungu kvinnunum úr Hoyvík. Heldur ikki hesa ferð eydnaðist tað hjá Duritu Jojic og kompaní.
Spenningurin lúrdi eina løtu í Klaksvík, og eina løtu í Hoyvík, og tað manglaði lítið at endin í Hoyvík bleiv ein ordiligur gysari. Klaksvíkskvinnurnar vístu veruliga styrki tá tær bardu seg upp frá at hava verið aftanfyri við átta málum, fyri síðan miðskeiðis í seinna hálvleiki hava møguleika at javna.
Leikararnir hjá Stjørnuni hava ofta sagt við miðlarnar, at tað býr meira í teimum, tá tær tepurt hava tapt fyri oddaliðunum. Framgongd er at hóma, og hava tær nøkulunda sama hóp næsta kappingarár, fara tær uttan iva at taka fleiri stig frá hinum toppliðunum.
Walkover ímóti Team Klaksvík
Klaksvíkingar megnaðu ikki at skapa tann spenningin sum fleiri høvdu vónað, og H71 við Óla Mittún á odda fingu sostatt ein lættan veg í FM-finalurnar í ár.
Tað var ongantíð nakar ivi um hvør fór at standa sum vinnari, og hoyvíkingar gleðast um at teir bert skuldu brúka tveir dystir í hálvfinalunum, meðan mótstøðuliðið í finalunum hevur spælt tríggjar harðar dystir á veg í finaluna. Um tað verður ein stórur fyrimunur vita vit ikki enn, men vit vita at orkan hevur nógv at siga.
Mennirnir hjá Heina Hanussarsyni hava havt eitt svingandi kappingarár, og eru eitt av tveimum liðum sum hava koppað H71 í ár. Teir høvdu stórar trupulleikar at spæla seg ígjøgnum verjuna hjá H71, og harafturat hava teir málmenn sum altíð hava nógvar bjargingar.
Commentaires