top of page
Sjúrður

Toppskjúttin Turið og Kyndil hava tryggjað sær FM-endaspælið

Kyndil vann í dag 24-20 á StÍF, og hevur tí tryggjað sær sess í FM-hálvfinalunum.

StÍF hótti tó í løtum, og vóru á odda so at siga allan fyrra hálvleik. Hálvleiksstøðan var 11-10 til StÍF.

Hetta er ein stórur bati fyri StÍF, sum tapti 39-24 ímóti Kyndli fyrr í ár, og eingin minnist nær tað seinast hevur eydnast at koppa Kyndli.

Hetta sigur Pauli G. Hansen, hjálparvenjari hjá StÍF, sum fegnast um sjónliga framgongd í hópinum við trok.fo/lurta og FM1.


Søgan er øvugt hjá Kyndli. Har fegnast toppskjúttin í dagsins dysti - og í SMS-deildini yvirhøvur - um enn ein sigur. Men spælið var einki serligt, greiðir Turið Arge Samuelsen frá. Kortini fer Kyndil í jólafrí við góðari kenslu um framgongd á liðnum, sum roynir nýggj hugskot, nýggjar skipanir - og nýggj pláss til leikararnar.


Hoyr Paula G. Hansen og Turið Arge Samuelsen taka saman um dystin á spælaranum niðanfyri.

Hoyr eisini hetta og nógv annað á trok.fo/lurta.




Dagsins leikari sambært Trok.fo: Súna Krossteig Hansen (Í stórari kapping við Momoko Nakamura)



Comments


bottom of page