Teis Horn Rasmussen flytir komandi kappingarár til Århus HC, sum spælir í donsku 1. deild. Har hann fer at spæla saman við landsliðsliðfelaga.
Tað skrivar Århus HC á heimasíðu teirra fríggjadagin. Tað er bert eitt ár síðan Teis skifti felag seinast, og nú leitar hann nýggjar, størri, avbjóðingar.
Krútsterk tilgongd
Á heimasíðuni hjá felagnum stendur millum annað at lesa, at tað er ein krútsterkur strikuspælari, sum hevur gjørt vart við seg við verjuspæli í heimsflokki seinastu tíðina.
Í danska býnum eru tey fegin um at fáa Teis á liðið. Tey skriva eisini at við honum fer liðið at hava eina kappingarføra verju í gongdini at rykkja upp í bestu deildina.
Sum áður skrivað á Trok, flytir føroyski landsliðsleikarin Peter Krogh eisini til sama felag í summar. Tann greinin kann lesast her:
Aftur til Danmarkar
Teis hevur fyrr spælt við felagnum HEI håndbold er felagið sum Århus HC er blivið til í dag, sostatt fer hann aftur at spæla heimadystir í Århus.
Hann spældi í fealgnum í eitt ár, áðrenn leiðin gekk til TM Tønder, sum eisini spælir í 1. deild í Danmark. Eftir tvey ár sunnast í Danmark gekk leiðin til Noregs, har hann í ár hevur leikt við Follo HK, sum berjast um uppflyting til bestu deildina í hesu løtu.
Hóast stutta tíð í Norra, hevur hann gjørt vart við seg, við at vera mest skorandi strikuleikari í deildini við 99 málum í 22 dystum.
Vit á Trok ynskja Teis hjartaliga til lukku við skiftinum, og góða eydnu. Meira verður helst at frætta tá landsliðið møtist í komandi viku.
Comments