top of page
Sjúrður

Stórdystir upp í slag í dag

Topp-4 í SMS-deildini bresta saman áðrenn landsdystirnar - Neistin og H71 dystast í BURN-deildini.


Tippa og sig tína hugsan her


Fimm dystir eru á skránni hetta vikuskiftið:

FM1 sigur frá Kyndil - Stjørnuni.

Allir kunnu stroymast á live.hsf.fo



SMS-toppurin brestur saman áðrenn topp-landsdystir

Mánadagin savnast sterkastu føroysku leikararnir við kvinnulandsliðnum og fara undir ferðina at spæla ímóti topptjóðum í hondbólti. Mikudagin ímóti Rumenia og næsta leygardag ímóti Danmark.


Men í dag skal toppurin av SMS-deildini dystast.

Tað eru tey fýra sum liggja ovast, Kyndil, Stjørnan, H71 og Neistin, sum dystast innanhýsis og eg vænti javnar dystir.


Havið serliga eyguni eftir:


Nýggjum landsliðsleikarum:

Tveir leikarar eru úttiknir til landsliðið á fyrsta sinni, og báðar vera á vøllinum fyri H71 í dag. Vit vóna, at Jana Mittún og Lív B. Zachariassen senda góð tekin í dystinum ímóti Neistanum áðrenn leiðin gongur til Rumenia.


Súnu, sum aftur skal spæla ímóti Rumenia

Súna Krossteig Hansen skal sjálvandi eisini við til Rumenia, og vit vóna, at hon hevur kvikar føtur og sterk knø í kvøld ímóti Stjørnuni.


Eg prátaði við rumenska landsliðsvenjaran eftir at Føroyar høvdu tapt 25-21 ímóti Rumenia fyri tveimum árum síðani, og eg spurdi hann hvat hann helt um føroyska liðið. Hann svaraði, at nummar 5, Hansen, var ein sera góður spælari, sum Rumenia hevði trupulleikar av.


Rumenia var eitt hálvt ár frammanundan endað sum nummar fýra við HM-endaspælið.


Síðani hevur Súna verið í so ofta darvað av knæskaðum, men vit vóna at hon aftur kann skapa trupulleikar fyri rumensku verjuna.


Stjørnuni yvirhøvur - serliga verjuni

Og tað verður góð venjing ímóti Stjørnuni.

Tí vit skulu eisini serliga hava eyguni eftir verjublokkinum hjá Stjørnuni við Duritu Ljósstein, Malenu Madsen, Duritu Jojic og øllum hinum.

Felags fyri tær tríggjar er, at tær í styrki og hædd minna meira um hvat vit kunnu vænta í Rumenia enn hvat vit hava sæð á føroyskum vøllum seinastu árini.

Vit prátaðu um hetta í seinasta mánadagstrokinum, tá ið Stjørnan sorlaði EB við 40-14.



Lat meg endurgeva heilt skjótt:

- "Kenslan í dystinum sunnudagin var hendan her tú onkuntíð sært, tá ið føroyskir áhugaleikarar standa yvirav altjóða yrkisleikarum (...)"
"(...)Stjørnan spælir ímóti Kyndli leygardagin klokkan 19.00 í Havn, og tá fáa vit eina veruliga ábending um, um vit skulu meta Stjørnuna ímóti topp-4 ella í topp-1."

Turið

Og vit noyðast eisini at hava eyguni eftir Turið Arge Samuelsen. Hon er heitasti bakkur í landinum, og vit hava nevnt tað so ofta her á TROK, at vit noyðast ikki at blíva við.



Neistamenn ímóti H71

Neistin - H71 hjá monnum hevur seinastu árini verið ein dystur, sum púrasta vist gevur øgiligan spenning.

Um tað er í grundspælinum, í FM-finalum, hálvfinalum ella steypafinalum, so verður tað altíð javnt.

Hetta er fyrsta ferðin hetta kappingarárið at liðini bresta saman. Neistin hevur aloftast sæð hesar spennandi dystir koppa skeivan vegin. Seinast í steypafinaluni í vár, har dysturin var avgjørdur í 70. minutti.

(og so eisini í grundspælsdystinum, har H71 stillaði upp við onkrum í minti um eitt 1. deildarlið - lat tað fara)

Eg ivist ikki í, at hoyvíkingar eru ónøgdir við sína kappingarbyrjan sum heild. Spurningurin er, um Neistin fær hevnt seg í dag og sent H71 longur niður á stigatalvuna. Eg vænti tað næstan.


Kom og tippa!


Leygardagur:



Sunnudagin:





Comentarios


bottom of page