Hoyvíkingarnir í Høllini á Hálsi hómaðu Evropa Cup-skelkin, men endaðu við at tapa 24-22 ímóti norska Drammen HK.
Áskoðararnir fagnaðu kortini sínar leikarar fyri eitt framúr avrik ímóti øgiligari mótstøðu.
Eg og Andrias Eriksen søgdu frá dystinum á bæði FM1 og á stroymingini hjá H71 og HSF .
Lurta eftir okkara samanumtøku her niðanfyri.
.
Her niðanfyri kunnu tit hoyra hvussu seinasta løtan ljóðaði á FM1. Síðani tóku vit báðir Andrias stutt saman um, og prátaðu um dagsins leikarar, áðrenn vit prátaðu við H71-ararnar, Niklas Højgaard Hanusarson, Simon Olsen, venjara, Paula Jacobsen og Róa Ellefsen á Skipagøtu.
(Hetta var ein avbjóðing hjá okkum frásøgumonnum, at samantvinna útvarpan og sjónvarpan.
Eg veit ikki hvussu júst tað mundi eydnast tí kenslurnar fóru frá mær í løtum, og stundum mann tað hava verið mest róp og geyl. Lat tað fara.)
Við at fara inn á Trok.fo/lurta ovast í høgra bredda, ella í skránni um tú brúkar telefonina, kann meginparturin av dystarfrásøgnini hoyrast, umframt annað.
Comments