Fagnaðurin (og lættin) var øgiligur í Høllini á Hálsi í kvøld. Eftir vónbrotið - vónknúsandi ósigurin fyri Luksemborg fríggjakvøldið - reisti føroyska landsliðið seg við tveimum rimmar avrikum. Fyrst við at yvirhála Italia á málstrikuni - ella við at halda seinasta italska skotið røttu megin føroysku málstrikuna - og síðani við at vinda burturúr Daynis Kristopans og lettlendska landsliðnum, sum bjóðaði Týsklandi av við EM-endaspælið fyri júst tveimum árum síðani.
Føroyar vunnu fyrsta plássið í bólkinum, og nú er sterkari mótstøða fyri framman. Júst sum føroysku leikararnir ynskja
Her skal skjótt sigast at vit fóru skeivir í frásøgnini. Í ovfarakæti høvdu vit blandað kappingarskipanina saman, og tí skal síggjast burtur frá hesum. Næst á skránni er eitt av teimum 16 londunum, sum enda frá 16. til 24. pláss í EM-endaspælinum, sum verður leikt júst nú.
Sjúrður Hildarson Hoydal frá trok.fo tekur fulla ábyrgd fyri mistakið.
Vit biðja um eina skjóta umbering, og leggja ikki meira í tað. Føroyar skulu víðari til næsta stigið - og vit gleða okkum at siga frá uppaftur sterkari mótstøðu!
Til lukku til allar føroyingar frá trok.fo
á trok.fo/lurta ber til at hoyra alt, sum FM1 sendi frá landsystunum. Á spælaranum her niðanfyri hoyra vit dystarendan, samanumtøku og prát við landsliðsleikarar og venjara.
Vit prátaðu við Róa Berg Hansen, Teis Horn Rasmussen, Jónas Gunnarsson Djurhuus og Peter Bredsdorff Larsen áðrenn Sjúrður og Helgi frá trok.fo gjørdu ein kvikan trokpodd á staðnum.
Visti tú at allar frásagnir hjá FM1 verða lagdar út á trok.fo/lurta
Comments