- "Eg havi ongantíð sæð eitt týskt landslið við so fáum superstjørnum"
Soleiðis segði altjóða hondbóltsserfrøðingurin, Rasmus Boysen, áðrenn EM-endaspælið fyri trimum mánaðum síðani.
Og kanska er okkurt um tað.
Toppliðini í Bundesliguni, Magdeburg, Flensburg og Kiel eru bert umboðaði í einstøkum førum, meðan eitt nú Gummersbach í 2. Bundesliga er umboðað við miðbakkinum, Juliani Köster.
Tað skal so sigast at hann spælir uttan iva á hægri støði næsta kappingarár. Hann er góður. Tað eru teir sjálvandi allir.
Og stórar stjørnur (bæði so og so) eru framvegis á týska landsliðnum. Kanska bara ikki líka nógvar sum tað plagdu.
Ein tann størsta er kanska í málinum, har fyrrverandi Kiel-málverjin, "Andy" Wolff, heldur til.
Hann er eyðkendur við sínu stóru útstráling, og vit vilja helst ikki síggja hann leika so nógv í eftir bjargingar, sum hann onkuntíð hevur gjørt.
Liðskipari, strikuleikari og stýrimaður í miðverjuni er Johannes Golla úr Flensburg. Hann er ein av heimsstjørnunum, sum finnast á týska landsliðnum.
Hann var eisini kosin besti strikuleikari við EM-endaspælið, har Týskland - hóast so fáar superstjørnur - endaði á einum virðiligum sjeynda plássi.
Golla er ímyndin av týska spælinum. Stórur, bulmikil, harður og ófatiliga dugnaligur í báðum endum av vøllinum.
Fleiri føroyingar kenna hann longu frá U21-HM í Algeria. Tað greiddu vit eitt sindur frá í trokpoddi 15 og í hesum stubbanum:
Les eisini: Føroyar troka seg á týsku HM-hurðina
Yvirhøvur kunnu vit vænta at síggja nakrar tungar týskarar, sum fáa øgiliga ferð á inn ímóti føroysku verjuni.
Tað verður ein stór avbjóðing fyri føroyingarnar, at halda bæði takklingar og skreeningar ímóti øgiliga kropssterku týskarunum.
Í gjár skifti Týskland eisini tilitikna bulmikla bakkin, Paul Drux, inn í hópin. Hann verður tungur at halda.
Les eisini: - Vit hava arbeitt hart fyri hesum møguleikanum
Men eydnast tann parturin, so finnast møguleikar. Føroyingarnir munnu hava eina kenslu av, at teir vita hvussu Kai Häfner á høgra bakki ella Julius Kühn á vinstra bakki hava hug at leypa á.
Nú er tað upp til føroyingarnar at steðga tí. Tað verður ólukksáliga trupult, men føroyski hópurin hevur lagt dent á, at møguleikar finnast kortini.
Les eisini: Elias: Vit vita hvar vit skulu leypa á
Dysturin, Týskland - Føroyar verður spældur mikudagin klokkan 17.15 føroyska tíð. Sjónvarpið vísur dystin, og Sjúrður frá trok.fo sigur eisini beinleiðis frá dystinum á FM1 (fm1.fo). Sendingin byrjar 16.15
Eftir dystin hoyrast samrøður og samanumtøkur á Fm1.fo umframt her á trok.fo/lurta, har eisini øll upptaktssendingin, dystarfrásøgnin og alt annað eisini verður at hoyra sum vant
Comments