Dystirnir hetta vikuskiftið eru
StÍF - VB í SMS-kvinnudeildini leygardagin klokkan 13.30.
KÍF - Team Klaksvík í Burn-mansdeildini leygardagin klokkan 18.00 (Tippa niðast)
VÍF - StÍF í Burn-mansdeildini sunnudagin klokkan 16.00
Í kvøld klokkan 18.00 sigi eg frá mansdystinum ímillum KÍF og Team Klaksvík á FM1.
Tað lá tíverri ikki fyri at fara til til kvinnudystinum ímillum StÍF og VB klokkan 13.30. Har skal StÍF helst vinna rættiliga greiðan sigur, um Føroyameistararnir skulu senda tekin um, at tær ætla sær í endaspælið í ár. Hetta orsakað av, at Stjørnan gjørdi júst hetta við 35-17 sigri á VB fyri knappari viku síðani.
Eg hugsi eg ikki at eg geri VB órætt, tá ið eg sigi, at vágbingar eru í truplari støðu í kappingini um endaspælið í ár. Tað hava tær verið, síðani tær reistu seg aftur í SMS deildini fyri tveimum árum síðani. Tað snýr seg í hesum fyrstu truplu útidystunum kanska um at varðveita stríðsviljan, og tað haldi eg avgjørt tær hava gjørt við stoltleika hesi bæði seinastu árini. Stigini skulu nokk koma, og eg vænti eisini at tær vera betri við í dystinum í dag (uttan so at Momoko Nakamura læsir heilt fyri). Og gongur alt upp í hægstu eindirnar, kann skelkurin koma fyri á Skála.
StÍF er kortini púra greiður favorittur.
Bæði KÍF og Team Klaksvík vilja hevna seg í kvøld
Mansdysturin ímillum KÍF og Team Klaksvík letur eisini favorittleiklutin til heimaliðið. KÍF er aftur í ár ímillum FM-favorittarnar, meðan Team Klaksvík kanska meira kann metast sum avbjóðari til endaspælið - eins og í fjør.
Og Team Klaksvík koppaði fleiri ferðir KÍF í fjør - í fleiri sera dramatiskum dystum.
Tá var KÍF eisini hægri í metum enn Team Klaksvík - og við útisigrinum á Neistanum sunnudagin, lærdu vit, at klaksvíkingar eru minst líka góðir aftur í ár.
Og at bjargingarnar hjá David Henigman , og so Vuk Stevanovic og Valentino Valentakovic í hinum endanum, kunnu avgerða dystir ímóti øllum liðum.
Spurningurin er kanska heldur um KÍF er ov sterkt til hetta í ár. Liðið tykist uppaftur sterkari mannað nú, og so var Hans Eli aftur flúgvandi - afturvið einari ørgrynnu av lámum bakkum og vongum.
Eg minnist seinasta dystin ímillum KÍF og Team Klaksvík. Hann endaði við javnleiki, eftir at klaksvíkingar høvdu havt leiðsluna áðrenn seinastu avgerandi minuttirnar - minnist ikki júst úrslitið - men tað munnu hava verið eini 30 mál í part.
Tá søgdu kollfirðingar at teir skuldu skorað 45 við teimum málmøguleikunum teir høvdu. Og kenslan hjá okkum áskoðarum var eisini, at KÍF høvdu nógv fleiri vápn.
David Henigman var bara sterkasta vápnið av øllum, ið varðveitti eina stigið í Klaksvík.
Eina stigið gjørdist tá nóg mikið hjá kollfirðingum, tí teir bastu H71 nakrar dagar seinni, og komu so í í endaspælið frammanfyri Team Klaksvík.
Eg vænti at KÍF vinnur í dag við nøkrum málum til yvirs.
Spennandi verður tó ivaleyst, og liggur tað fyri, haldi eg, at tú skalt fara í høllina, ella lurta eftir FM1 (fm1.fo) - og / ella stroymingini á live.hsf.fo
Tippa niðanfyri hvør tú væntar vinnur dystin:
Comments