top of page

Kjartan fimm mál í heimasigri

  • Helgi
  • Nov 24, 2021
  • 1 min read

Kjartan Johansen og Önnered fingu kærkomnan sigur mikukvøldið. Føroyingurin spældi ein lyklaleiklut, og við sínum fimm málum var hann við til at tryggja sigurin á Hammarby. Önnered vunnu dystin 32-28.


Tung byrjan


Tað hevur ikki gingið væl hjá Önnered í ár, men við tveimum stigum hava teir nú flutt seg upp um niðurflytingarstrikuna. Mikukvøldið kom Hammarby á vitjan. Hammarby liggur í løtuni nummar sjey, men tað bleiv sigur til heimaliðið.


Kjartan og Önnered hava nú seks stig, og liggja fyribils á 12. plássi beint aftanfyri Hallby, sum teir skulu í dyst ímóti komandi mánadag.


Støðan í Svøríki:





Á útisetakortinum kanst tú fylgja við útisetinum. Tað finnur tú her:



Comments


  • TROK á Instagram
  • Facebook
  • iTunes
bottom of page