Mánadagin er sum vant enn ein trokpoddur á skránni - men hesaferð í eitt sindur øðrvísum líki.
Sjúrður og Helgi taka vikunnar hondbóltsprát beinleiðis á FM1 klokkan 17.00 - Evnið er hondbóltsárið 2021.
Saman við Hera Simonsen frá FM1 fara vit at líta og lýða aftur á mest átrokandi hondbóltshendingarnar hetta árið.
Vit minnast steypakappingina, FM-endaspælið, flottu sigrarnar hjá kvinnulandsliðnum, øllum undgómslandsliðnum (Segði nakar Føroyar - Niðurlond?), tá ið Kekkia trokaði beint í føroysku verjuna í seinasta minuttinum - og tá ið U19-landsliðið trokaði seg (og yngru vinir - og brøður) til EM-endaspælið.
Og vit spyrja lurtaran: Hvat var TYKKARA besta hondbóltsminni í 2021? Svara á hondbóltskjak, ella send tekstboð á telefon 559999 meðan sendingin er í luftini.
Sum altíð gera Helgi og Sjúrður powerranking, kjósa ÁRSINS leikarar, detaljur og annað
Lurta við í útvarpstólinum ella á netinum á www.fm1.fo. (trýst)
Øll sendingin kann sum vant hoyrast á trok.fo/lurta og á Spotify (trýst)
Ger teg til reiðar longu nú, og hoyr seinasta trokpodd her (ljóðið verður frægari á FM1 lova vit):
Kommentarer