top of page
Sjúrður

Hevnd á skránni - Trok tippar teir tríggjar dystirnar

Vit gera skjótt av og tippa teir tríggjar dystirnar í Burn - mansdeildini í dag


Allir hondbóltstankar snúgva seg um EM-undankappingardystin hjá kvinnum ímóti Danmark í morgin, men har er í roynd og veru eitt áhugavert umfar á skránni í BURN mansdeildini í dag (leygardagin 9. oktober)


Hetta eru dystirnir:



Hevnd á skránni


Gløgga eygað sær alt fyri eitt, at øll hesi liðini hava longu hitst í fyrstu umførunum.

Tað man vera trupult at leggja eina skipan við sjey liðum í kappingini ímillum landsdystir, Evropadystir og samanspæl við kvinnudeildina.

Tað gerst ikki við og vit vandu okkum við hetta longu í fjør. Ikki meira um tað her.


Úrslitini gjørdust soleiðis seinast liðini dystaðust:


Neistin - Team Klaksvík 31-32


Kyndil - H71 26-30

VÍF - StÍF 30-32



Við at lesa trokini eftir teir dystirnar er eyðsæð, at Neistin og VÍF vóru sera ónøgd við sínar ósigrar - og H71 eisini við sín sigur.


Eg tippi, at Neistin kann fáa tað trupult í Klaksvík aftur, og nógv bendir á, at Neistin er heldur veikur í løtuni - Tapti eisini sera greitt ímóti H71.

Eg havi kortini eina kenslu av, at Neistin reisir seg í dag. Eg tippi at Neistin vinnur.


H71 vinnur í Hoyvík ímóti Kyndli - sum kortini var minst líka gott og spældi javnleik við KÍF seinast.



Men hugsanin er, at H71 vinnur ein róligan dyst á Kyndli. Soleiðis hevur søgan verið í eini tvey-trý ár nú. Hevði kortini verið stuttligt um Kyndil kløkkaði H71 aftur.


Og so er tað hasin dysturin á Skála. VÍF vísti styrki við at knúsa Kyndil 33-15, og eru kanska tí, rímiligir favorittar.

Men eg hugsi framvegis, at StÍF kann gera ein vørr aftur. Og tað er bara ein magakensla, ið sigur, at StÍF hevur hetta sama flogið og spæligleðini, sum fyri tveimum árum síðani.

Júst sama kensla sum gjørdi seg galdandi við dystarbyrjan seinast liðini hittust.



Tað kann gott vera, at VÍF fer inn og hølvar teir av - men eg GITI altso, at StÍF vinnur á VÍF aftur í dag.


Góðan dyst.

Far í høllina! (Og um ikki, so stroym á live.hsf.fo)




Comments


bottom of page