H71 vóru næsta liðið úr skálini týsmorgunin. Mótstøðuliðið er HC Galychanka Lviv úr Ukraina. Tær vunnu seinasta umfarð ímóti Brixen K úr Italia.
H71 skulu eftir ætlanini fyrst til Ukraina at spæla 12. februar, og síðani spæla heimadyst tann 19. februar.
Ein túr til Ukraina ikki tað sum tey flestu høvdu vónað, men higartil hava H71-kvinnurnar staðið seg væl ímóti eysturevropeisku liðunum.
Býðurin Lviv liggur í Vesturukraina, tætt við markið til Pólands. Í býnum búgva gott 700.000 fólk, og gamli býurin er á listanum hjá UNESCO fyri nàttúru- og mentanararv.
Comentários