top of page
Helgi

H71 missir landsliðsleikara

Tá hetta kappingarárið er av, sigur H71 farvæl við verjukempuna Peter Krogh.


Peter Krogh kom til Føroyar sum 24 ára gamal, í 2015. Hann hevur verið eitt skiftið í Danmark, tá hann spældi við Skive í 2017, men vendi skjótt heim aftur.

Nú roynir hann eydnuna aftur. Hesa ferð er tað í felagnum HC Århus, har landsliðsvenjarin Peter Bredstorff Larsen hevur ein leiklut sum nevndarlimur.



Peter Krogh í landsdysti ímóti Italia. (Mynd: Harald Bjørgvin)


32 ára gamli Peter Krogh gjørdist føroyskur landsliðsleikari í 2017, og hevur verið verjuskansi fyri Føroyar síðan tá.


Århus HC skrivar á heimasíðu síni, at tilgongdin er ein liður at staðfesta seg sum topplið í næstbestu deildini í Danmark.


Peter Krogh hevur fyrr spælt í Danmark. Í fremstu deild við Viborg HK, og í næstbestu deildini við Randers og Skive.



Peter Krogh og Sunneva Jakobsen fyrrverandi forkvinna í H71, í 2015, tá Peter fyrstu ferð var í Føroyum. (Mynd: H71.fo).

Comments


bottom of page