top of page
Sjúrður

H71-kvinnur vónríkar í Evropa

Nú er stóra Evropavikuskiftið hjá H71. Kvinnurnar spæla ímóti WHC Cair-Skopje í kvøld klokkan 18.00 - og aftur í annaðkvøld klokkan 18.00 - og vónirnar eru góðar


TROK og FM1 vóru á vitjan til seinastu venjingarnar áðrenn Evropa Cup - Les og lurta niðanfyri





Klokkan er hálvgum seks fríggjakvøld, og kvinnurnar hjá H71 eru júst lidnar við sína seinastu venjing áðrenn tær á fyrsta sinni skulu royna seg í Evropa Cup. Mótstøðuliðið er Cair-Skopje úr Norðurmakedónia. Eitt lið, sum H71 lítið veit um, men vónirnar eru passaliga góðar.

Hópurin hevur ongar nýggjar skaðar og er so at siga tann sami, sum hevur spælt fyrstu dystirnar hetta kappingarárið.

Og so eru tveir veingir afturat, sum bjóða seg til. Guðrið á Borg venur og tað ger Rannvá Olsen eisini - hon fær eftir øllum at døma bæði H71-debut og Evropa Cup debut leygarkvøldið klokkan 18.00

Og lurtar hon eftir Mariu H. Weyhe og Inga Olsen, so kann tað gerast ein góður fyrsti dystur.

Niðanfyri kunnu tit eisini lurta eftir Mariu og Inga.



Vit práta fyrst við Mariu Halsdóttir Weyhe. Hon sigur millum annað soleiðis:


- Vit eru øgiliga spentar. Allar samlar. Vit hava leingi vita at vit skulu til hesa uppgávuna, og vit hava bygt stemningin væl upp.
- Hetta er nakað heilt nýtt. Vit vita ikki ordiliga hvat vit skulu vænta. Hetta er fyrstu ferð at vit spæla í Evropa og tað er ímóti einum liðið, sum vit hava nokk so avmarkaða vitan um.
- Vit hava sæð video av teimum, har tær hava vunnið sera greitt, men tað hevur ikki verið góð mótstøða hjá teimum. So tað er trupult at vita akkurát, men vit hava ein idé um hvussu tær spæla.
- Vit hava allíkavæl eina trúgv upp á egin evni. Og um vit koma inn við tí rætta lagnum, so trúgva vit upp á tað.

Hoyr alla samrøðuna við Mariu H. Weyhe á spælaranum niðanfyri



Síðani fáa vit orðið á Inga Olsen. H71-venjarin hevur sjálvur royndir frá Evropa Cup sum bæði leikari og venjari. Og við sigrum eisini.


Hann sigur millum annað soleiðis:


- Eg havi faktiskt eina góða kenslu. Eg haldi vit hava fyrireikað okkum væl, hóast tað er ímóti einum liðið sum vit ikki kenna. Men út frá tí sum vit hava sæð, er hatta eitt lið, sum vit kunnu fáa eina góða uppliving burturúr.
- Tað hevur gingið væl og intensiteturin hevur verið góður nokk so leingi. Men tað sum altíð kann spæla eitt puss, er tá ið nervar og annað spælir inn.
- Skalt tú vinna Evropa Cup dystir, so skalt tú fyri tað fyrsta vera nærlagdur, men tú skalt eisini vera heppin.
- Verjan hjá okkum koyrir eftir nøkrum øgiliga føstum mynstrum og vit fara at royna at halda okkum til akkurát til tað. Og tað sama í álopinum. Eg haldi, at allar kenna sín leiklut - bæði í verju og álopi.
- Tað er stuttligt at fáa nýggjar avbjóðingar í mun til at spæla umaftur og umaftur ímóti føroysku liðunum. Í fjør haldi eg at vit møttu StÍF átta ferðir, so hetta er ein kærkomin avbjóðing at spæla ímóti einum liðið sum vit yvirhøvur ikki kenna
- Vónirnar eru at vit vinna. Eg vænti eisini at vit vinna. Tær hava verið øgiliga nærlægdar hesa seinastu tíðina, og tí vænti eg eisini at tær fara at útføra uppgávuna væl.

Hoyr alla samrøðuna við Inga Olsen á spælaranum niðanfyri:







Comments


bottom of page