Fríggjakvøldið skulu allir føroysku mennirnir, sum spæla í Íslandi, í dyst.
Í Reykjavík eru Dánjal Ragnarsson og ÍBV favorittar ímóti Fram, sum er mannað við Rógva Dal Christansen og toppskjúttanum í Íslandi - Vilhelmi Poulsen
Føroyingauppgerð í Fram-høllini
Fram, við Vilhelmi Poulsen og Rógva Dal Christansen, tekur ímóti IBV har Dánjal Ragnarson spælir. Dánjal og liðfelagar hansara eru sambært veddingarfyritøkunum favorittar til at taka bæði stigini við heim aftur Vestmannaoyggjar.
Tað hevur gingið væl hjá bæði Fram og IBV í byrjanini av kappingarárininum. Bæði liðini hava bert tapt tann eina dystin í Ólisdeildini í ár.
Dysturin byrjar klokkan 19.00 føroyska tíð, og sæst í Íslandi á Støð2.
Serliga hjá Vilhelmi Poulsen hevur gingist væl. Hann er í løtuni toppskjútti í íslendsku deildini, við 44 málum eftir fimm dystir.
KA Akureyri vitja í Hafnafiðri
Verri hevur gingist hjá føroyingunum í Akureyri. Teir skulu nú royna at bróta ringa stiman. Eftir góða byrjan við tveimum sigrum, hava teir tapt tríggjar á rað. FH úr Hafnafjørði eru favorittar í dagsins dysti, men vit sum hava sæð eitt sindur av KA, vita at har býr meira í teimum enn teir hava víst í ár.
Allan Norðberg, Nicholas Satchwell og Pætur Mikkjalson spæla allir tríggir við KA Akureyri, og vit ynskja teimum bestu eydnu við dystinum.
Dysturin byrjar klokkan 20.30 føroyska tíð, og sæst bert í Íslandi á Støð2.
Støðan í fremstu íslendsku mansdeildini (hsi.is)
Toppskjúttar (hbstatz.is)
Comentarios