Favorittarnir úr Kollafirði vóru hepnir at fáa eitt stig á heimavølli ímóti Team Klaksvík. StÍF vann í Vestmanna. Kyndilsmenn og VB-kvinnur bitu frá sær ímóti ávikavist H71 og StÍF.
Hetta trokaði í vikuni:
Tað varð runnið skjótt, men skilagott í skjótálálopunum. Í skipaða álopinum riggaði tað ofta við sjey áleyparum. Hetta kanska eisini hjálpt av, at VÍF dugdi illa at raka tóma StÍF-málið, tá ið tann møguleikin kom
Møguliga hetta batnaði - eg hugdi ikki so gjølla. Dysturin var í baksýni hjá mær, men eg helt meg leggja væl til merkis Pætur Johansen, sum leyp á við øgiligum áræði og øgiligari ferð í sínum atsóknum. - Hetta gagnaði eisini Jóannesi Prestá.
Dysturin var annars javnur og leiðslan skifti fleiri ferðir - og liðini tóku hvønn annan aftur hvørja ferð.
Við 12 minuttum eftir var 27-24 til StÍF, men eg hevði ikki meira enn blunkað, so var 27-27.
Seinasta løtan var øgilig. Støðan var 30-30 í síðsta minutti. StÍF hevði bóltin í undirtali uttan Pætur Johansen.
Nú vóru strandingar ovurkroystir í álopinum. Har var eingin vegur ígjøgnum, og eg væntaði yvirhøvur ikki tað, ið hendi næst.
Sveinur mátti gera okkurt
StÍF-álopið var farið púrasta av sínum plássum og hondin hjá dómaranum var uppi. Sveinur Justinussen - sum ikki ordiliga skjýtur longur - var á høgra bakki og als ikki í skotstøðu. Men okkurt mátti hann gera.
Sum var hann kvikasti unglingin, fleyg hann fyrst framvið verjuleikaranum, sum var komin út at órógva, og toygdi seg síðani ígjøgnum tveir vestmenningar í verjuni - og setti bóltin í netið til 31-30.
Dagsins detalja haldi eg at vit kunnu rópa tað.
Einasta málið sunnudagin frá søguliga StÍF-stórskjúttanum, sum nú kanska mest spælir í verjuni.
Nøkur fá sekund seinni bjargaði Eli Gærdum og avgjørdi helst dystin, áðrenn Pætur Barclay gjørdi tað heilt liðugt við góðum vongskoti.
VÍF fær alsamst meira skund
Støðan hjá VÍF er ikki so álvarslig enn, men Føroyameistararnir munnu kenna seg trýstar at fáa stig sum skjótast. Har eru bert 18 dystir at spæla, so ov nógv mist stig hesar fyrstu vikurnar kunnu gerast dýr. Eg vænti tó at tey fyrstu koma ímóti Kyndli - Men hvør veit. Kyndil spældi jú eisini javnt við StÍF í fyrsta umfari.
Kyndil argaði H71
Eg segði frá Kyndli mikukvøldið ímóti H71, og eftir tíggju minuttir var eg bangin fyri, at H71 fór at yvirkoyra Kyndil. Men frá støðuni 7-1 fekk Kyndil hildið muninum niðri. Tó ongantíð undir trý mál - og kenslan var ikki at Kyndil fór at stjala nakað stig.
Men eg hugsi at fyri sjálvsfatanina var hetta ein betri dystur fyri Kyndil.
Eg haldi at H71-ararnir vóru øgiliga argir um at munurin ikki var størri.
Tað verður spennandi komandi vikuskifti at síggja um Kyndil kann hótta eitt sært VÍF-lið, og um H71 fær meira flog á sítt spæl ímóti Team Klaksvík.
Team Klaksvík fær allar við
Tí Team Klaksvík er stóra samrøðuevni í føroyskum hondbólti nú. Sigur á Neistanum í fyrsta dystinum - og nú eitt stig ímóti KÍF - Sum eg altso hoyri nevndar sum favorittar frá fleiri fólkum. Og eg man havi sagt okkurt sjálvur eisini.
Tað sum kann ugga KÍF er kanska, at eg hevði eina kensla av, at KÍF avgjørt kann spæla nógv betri, og fer helst eisini at finna størri neyvleika fram sum kappingin líður, meðan Team Klaksvík onkursvegna kanska rakti eitt gott støði fyri seg.
Eg veit ikki um tað er burtur við sum eg sigi, men klaksvíkingar fingu ta ørgrynnuna av bjarginum frá Davidi í málinum, sum teir skulu fyri at vinna. Og teir fingu allar upp í part í álopinum - Ikki bara Vuk og Valentino.
Veingirnir, Vilhelm og Tummas vóru sera góðir saman við Sámali av TjaldrafløttI.
Í fjør, tá ið Team Klaksvík fóru at gera um seg, var fleiri ferðir hildið fyri, at Vuk og Valentino kundu av álvara lyfta liðið, tá ið teir høvdu lært seg at spæla saman við føroysku leikarunum. Tað tykist at ganga rætta vegin, men har vóru eisini fleiri løtur har tað ikki hekk nóg væl saman.
Serliga fyrsta løtan av seinna hálvleiki í verjustøðu, og so dystarendin í álopsstøðu. Team Klaksvík skoraði til 24-21 tá ið fleiri enn átta minuttir vóru eftir, men skoraði ikki aftur í dystinum. Og hóast Nicklas Selvig segði at tað kendist sum stuldur at KÍF fekk eitt stig, so skuldu kollfirðingar eisini avgjørt dystin, tá ið teirra málverjar stóðu betri í seinna hálvleiki.
Tríggir framúr málverjar
Tað vóru eisini ótrúlig málverjuavrik leygarkvøldið í Kollafirði. David Henigman helt Team Klaksvík á odda leingi, men í seinna hálvleiki stóðu KÍF-málverjarnir kanska sterkast í myndini. Tað var so hugaligt at síggja Jan Paula Toft Johannesen í stórformi í málinum aftur.
Hann og Jacob N. Thomsen skiftust í KÍF-málinum, og eg haldi ikki at eg fari skeivur tá ið eg sigi, at Jacob kom inn við støðuni 24-21 tá ið góðir átta minuttir vóru eftir, og hann helt málið reint restina av dystinum.
Uttan málverjarnar haldi eg ikki at KÍF hevði so øgiliga nógv at fegnast um - ella jú. Hans Eli var aftur á flogið, og legði afturat sínum avrikið ímóti VÍF við framúr álopsavriki og níggju málum úr opnum spæli.
Haldi eisini at tað er mikið áhugavert at síggja David Edvardsen hava leiklutin sum spælskipari hjá KÍF. Eg veit ikki um tað hevur verið meiningin at hann skal hava tann leiklutin, men eg haldi at David sær út til at vera væl fyri, og slíkar royndir og dygdir kunnu vera sera gagnligar.
StÍF skal hækka sítt støði - VB skal hava tol
At enda ein tryggur 27-23 sigur til StÍF, sum kortini ikki sendi nakað tekin um, at toppliðini skulu ræðast Føroyameistararnar enn.
VB fekk hinvegin sent eitt tekin um, at tað er ikki so galið, sum onkur kanska óttaðist eftir stórtapið í Klaksvík seinast. Dysturin var javnur til støðuna 14-14 og tá ið eitt knapt korter restaði í.
Men vit sita eftir við kensluni av, at StÍF skal hækka støðið eins væl og tær gjørdu í fjør fyri at gera sær nakrar vónir um endaspølini.
Bestu leikarar
SMS - Kvinnur
Eg sá ikki kvinnudystin, og eg havi ikki havt møguleikan at hyggja aftaná, so eg kann ikki kjósa nakran besta leikara hjá kvinnum.
Hava tit uppskot, so trokið tykkum endiliga framat.
Eftir dómaraseðlinum tykjast Karina B. Høgnesen og Haruka Gima at hava gjørt um seg fyri StÍF. Karina skoraði seks mál (eitt brotskast) meðan Haruka Gima skoraði átta mál (tvey brotskøst)
Vladana Lazendic var greiður toppskjútti toppskjútti hjá VB við sjey málum - men bert tveimum úr opnum spæli. Annars væl býtt hjá VB við tveimum og trimum til fleiri leikarar.
Burn - Menn
Hjá monnum havi eg hug at velja ímillum fleiri. Har eru málverjarnir hjá Team Klaksvík og KÍF. David Henigman er helst eitt gott boð.
Eg hevði Kristoffur Bjørgvin til besta leikara í Kyndil-H71 dystinum, og eg var sum nevnt hugtikin av Pæturi Johansen og Jóannesi Prestá hjá StÍF.
Men eg haldi at Hans Eli Sigurbjørnsson hjá KÍF skal trokað seg inn á heiðurin hesa ferð. Ein dag, tá ið ikki nógv annað riggaði hjá KÍF-álopinum, var Hans Eli greiður toppskjútti í dystinum ímóti Team Klaksvík við níggju málum úr opnum spæli. Og tað var við so ovurvøkrum hoppiskotum eisini. Serliga eitt, tá ið hann næstan leyp beint uppfrá mitt fyri av standandi fóti, og so langaði bóltin upp í málhorni.
Comments