Føroyskur hondbóltur er í rívandi menning í hesum árum. Tað eru ikki bert leikarar og feløg, troka seg fram í altjóða hondbólti. Føroyskir dómarar eru nú eisini farnir at gera um seg í endaspølum.
Fyri umleið tveimum vikum síðan fingu Jógvan Skeel Nolsøe og Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen játtandi svar um at teir skulu døma EM fyri U19 kvinnur í summar. Endaspælið verður spælt í Litava, og teir gleða seg ógvuliga nógv til uppgávuna. Tað stendur eisini nógv upp á spæl hjá dómaraparinum.
– Vit vilja til Litava at gera ein góðan figur, og hetta kann hava nógv at siga fyri okkara framtíð í altjóða hondbólti, sigur Thomas Juul við Trok.fo.
"Headhuntaðir"
Sprotin.fo: Headhuntari (ein, ið finnur fram til fólk við førleika at taka við leiðslustarvi)
Tá vit tosaðu við Thomas Juul, greiddi hann frá, at Hondbóltssamband Føroya hevði tilnevnt dómararnar til altjóða hondbólt. Tað er skiljandi at royndi dómarin ikki vil reypa sær, men formaðurin í dómaranevndini, Jógvan Emil Nielsen sigur eina aðra søgu.
– Tað er soleiðis, at Evropeiska hondbóltssamgongan hevur ein dómarabólk sum spurdi eftir akkurát teimum báðum. Tað skulu teir taka sum eitt stórt herðaklapp, heldur formaðurin í dómaranevndini.
Jógvan Emil Nielsen veit ikki akkurát hvussu alt er farið fram, og hvør hevur verið millumliðið í tilgongdini, men sigur samstundis at tað er fult uppiborið.
– Tað er ein viðurkenning,fyrst og fremst til teir báðar, og somuleiðis til føroyskan hondbólt. Tað kann vera at teir hava sæð okkurt hjá teimum, kanska tá Jógvan Skeel og Bárður (Brimvík. red.) dømdu tann eina landsdystin, ella okkurt annað, sigur hann.
Málið hevur altíð verið at døma altjóða
Thomas Juul Sólbjørnsson Thomsen er ein av royndastu dómarum í Føroyum. Hann hevur dømt í nógv ár saman við fleiri ymsum dómarum. Hann sigur at tað altíð hevur verið eitt av stóru málunum at døma altjóða hondbólt.
– Tað hevur aldrin verið ordliga møguligt hjá mær at taka kjansin fyrr enn nú, og tað liggur sjálvandi í tí at man kann koma langt um man ger tað væl, sigur hann.
At Thomas Juul í ár hevur dømt saman við Jógvani Skeel Nolsøe hevur verið lykilin í at sleppa út um landoddarnar at døma.
- Vit tíma báðir ordiliga væl, og vit vilja gjarna vera við til at lyfta hondbóltin í Føroyum. Vit halda at hetta er eitt stig á røttu leið, sigur Thomas Juul.
Flestu ítróttarfólk hava dreymar um sína ítróttarleið. At spæla endaspøl, finalur ella Champions League. Hesar dreymarnar kann ein eisini gera sær sum dómari:
– Dreymurin er at døma teir stóru dystirnar. Eg og Jógvan eru lutfallsliga ungir, so um vit gera tað væl, so kunnu vit eisini koma rímiliga langt, sigur Thomas Juul.
Lurta eftir Trokpoddinum við Thomasi Juul og Jógvani Skeel á leinkjuni niðanfyri. Har tosa teir millum annað um teirra ætlanir í framtíðini, og um døming annars.
Fyrsta royndin í summar
U19 EM-endaspælið hjá kvinnum verður fyrsta altjóða uppgávan hjá teimum báðum dómarunum. Í Litava skulu teir ígøgnum dómaraskeið meðan teir eru 10 dagar til endaspælið, og her er tað umráðandi at vísa hvat man dugir.
– Tað verður uttan iva nógvur lærdómur í eini tílíkari kapping, vit skulu inn at døma væl fyri at koma víðari í systeminum, og tað leggja vit alla okkara orku í, sigur Thomas Juul.
Hann viðurkennur samstundis at tað verður ørðvísi enn at døma heima í Føroyum, har man kennir hvønn annan út og inn.
– Vit eru teir sum vit eru, og skulu sum so ikki gera nakað annað enn vanligt, men vit skulu vísa at vit eru eitt dómarapar sum kann taka enn størri uppgávur, sigur hann.
Vilja hava fleiri framat
Bæði formaðurin í dómaranevndini hjá HSF, og Thomas Juul, sum eisini er limur í nevndini, eru á einum máli um at hetta er eitt stórt stig rætta vegin, tá vit hugsa um døming í Føroyum.
– Vónandi eru tað fleiri sum fáa blóð á tonnina av at tey síggja at tað er møguligt at sleppa út um landoddarnar at døma, sigur Thomas Juul.
Sum nú er, eru tvey pør sum eru komin inn um hjá evropeisku hondbóltssamgonguni EHF. Brøðurnir Høgni og Andrias Fríðuson Gaard, eru blivnir ein partur av átakinum “Young Referees Program”, sum EHF hevur sett í verk til at menna fleiri ungar dómarar.
Young Referee Program
Young Referee Programme er átakið har ungir dómarar fáa møguleikan at døma altjóða dystir, fáa vegleiðing og menning við tí fyri eyga at blíva altjóða dómarar á hægsta stigi.
Átakið sett í verk í 1990’unum
Eygleiðarar fylgja dómarunum í trý ár
Døma eina kapping um árið
Eftirmettir eftir hvørja kapping
Pørini tilnevnd til at gerðast altjóða dómarar um tey gera tað væl
Brøðurinir Fríðuson Gaard døma javnan í Danmark, men eru í Young Referees Program ígjøgnum Hondbóltssamband Føroya, og eru at rokna sum føroyskir dómarar í altjóða hondbólti.
Jógvan Emil Nielsen, heldur at hetta er eitt stórt herðaklapp fyri føroyskan hondbólt.
– Nú hava vit tvey pør sum eru komin innum, og hetta er ordiliga gott. Tað passar eisini væl við menningina sum er í føroyskum hondbólti, sigur hann.
Hann heldur eisini at tað verður ein spennandi framtíð.
– Eg ivist ikki í at Jógvan og Thomas fara at standa seg væl, og tá tað hendir fer hetta at lata eyguni upp hjá fleiri, at síggja dómaravegin sum ein veg at fara, sigur hann.
Formaðurin í dómaranevndini sigur eisini, at tey eru ógvuliga væl nøgd við at arbeiði sum tey hava lagt í gevur úrslit.
– Vit hava nú tvey pør sum eru komin inn um gáttina. Tað er framúr gott. Tað fer eisini at hækka yvirleggjaran tá vit hugsa um at flyta støðið á dómarunum enn hægri, tí altjóða pør kunnu koma við teirra royndum og læra frá sær her heima, sigur hann.
Teir gomlu gingu undan
Føroyingar hava fyrr prógva at teir duga at døma á allar hægsta stigi. Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen vóru altjóða dómarar í nógv ár. Teir vóru javnan úti og dømdu ymsar kappingar í evropeiskum hondbótli.
Thomas Juul hevur dømt í Føroyum saman við Eyðuni Samuelsen, tá hann og Andreas góvust at døma saman. Teir hava havt stóra ávirkan, viðurkennur Thomas Juul.
– Eg havi arbeitt saman við bæði Andreasi og Eyðuni. Eg havi hoyrt nógv upp á søgurnar hjá teimum, men eg havi hug til at sleppa at siga mínar egnu søgur eisini, sigur hann flennandi.
– Standa ikki aftanfyri aðrar
Fyrrverandi dómarin, Eyðun Samuelsen sigur, at Jógvan og Thomas hava ógvuliga góðar møguleikar fyri at standa seg væl.
– Sum eg síggi tað standa teir ikki aftanfyri tá vit hugsa um aðrar dómarar. Teir eru stabilir og róligir á vøllinum, og tað er ógvuliga týdningarmikið í tøttum dystrum, sigur hann, og leggur afturat.
– Akkurát tað at teir ikki verða rivnir við í einum stemningi í einum dysti, er umráðandi fyri at klára at døma væl dystin á tamb.
Eyðun Samuelsen sigur eisini at teir hava eina sera góða útstráling á vøllinum, og tað er umráðandi um man skal sleppa langt. Tað er tó eitt sum kann verða ein trupulleiki.
– Tað at teir akkurát eru ov gamlir vóni eg ikki verður ein trupulleiki hjá teimum. Tað er ikki vanligt nú á døgum at man verður altjóða dómari í hasum aldrinum, men eg rokni við at úrslitini hjá landsliðunum kunnu geva teimum báðum ein fyrimun, sigur hann.
Her sipar hann til góðu gongdina í føroyskum hondbólti, sum møguliga ger tað at EHF sigur, at tað mugu finnast føroyskir dómarar eisini, tá landsliðini gera tað væl.
Champions League og landsdystir
Tá ið Andreas F. Hansen og Eyðun Samuelsen byrjaðu at døma altjóða var tað ikki nakað sum æt Young Referee Program. Tá var tað Hondbóltssamband Føroya sum innstillaði teir báðar, fyri at fáa eitt altjóða dómarapar.
– Alt byrjaði við at ein norðmaður kom til Føroyar at hyggja eftir okkum døma landsliðið hjá Føroyum ímóti deildarlandsliðnum hjá Íslandi. Munurin varð ov stórur til teir dystirnar, so tað bleiv ikki til nakað í fyrstu syftu, greiðir Eyðun Samuelsen frá.
Tað endaði við at hondbóltssambandið sendi film av finalum, og stórum dystum í Føroyum, sum Andreas og Eyðun høvdu dømt, og eftir tað fingu teir altjóða satus sum dómarar.
– Vit blivu EHF dómarar beinan vegin, tað var eingin sum sá okkum annað enn tað, sigur Eyðun Samuelsen.
Drívmegin var teir stóru dystirnir
Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen dømdu útvið 10 ár í altjóða hondbólti. Afturat teimum 10 árunum við Andreasi, dømdi Eyðun trý ár saman við íslendinginum Ingvar Guðjónssyni.
– Man sá eina gularót. So leingi vit hildu á at gera tað betri, fingu vit feitari, størri dystir. Tað var altíð drívmegin hjá mær, sigur Eyðun.
Málið hjá Eyðuni og Andreasi var at døma Champions League. Hetta eydnaðist hjá teimum, og til báðar dystirnar fingu teir toppkarakter frá eygleiðarunum.
– Vit dømdu Flensburg ímóti bosnisku meistarunum, og Hamburg ímóti Constanta sum vóru meistarar í Rumenia tá, sigur Eyðun.
Besta minnið hjá Eyðuni á dómaraleiðini, var tá hann og Andreas vóru í Íslandi og dømdu tveir venjingardystir millum Ísland og Danmark. Áðrenn dystirnar hevði danski venjarin Ulrik Wilbek ilskast inn á at íslendingar høvdu sett føroyingar at døma dystin.
– Mær vitandi hevði hann sagt “vita tey ikki av at dystir millum Ísland og Danmark ikki eru venjingardystir”, minnist Eyðun aftur á.
Dystirnir gjørdust ógvuliga tættir. Báðir dystirnir endaðu við einum máli á muni, og á hotellinum eftir dystin tosaðu teir við danska landsliðsvenjaran.
– Hann kom yvir til okkum á hotellinum og prátaði. Hann segði við okkum at vit vóru ímillum trý tey bestu dómarapørini í danska kongaríkinum. Tað vóru vit ógvuliga glaðir fyri at fáa at vita, tí vit hildu eisini at vit høvdu dømt ordiliga gott tað vikuskifti, sigur Eyðun Samuelsen.
Comentarios