top of page
Sjúrður

Føroyar - Rumenia: Størsta stjørnan av øllum vitjar á Hálsi

Í kvøld klokkan sjey spæla Føroyar EM-undankappingardyst ímóti Rumenia í Høllini á Hálsi. Sí dagsins leikaralistar niðast.


Eg fekk lagt í so stórt trýst í trokpoddi 17, tá ið eg segði meg næstan vænta ein sigur.

Grundarlagið fyri slíkari ørari útsøgn skal finnast í ørasta hálvleikleikinum, ið eg havi sagt frá.


Eg havi tosað um tað ofta fyrr. Hetta stóð á trok seinast vit bjóðaðu Rumenia av:



Tveir tíðandi lutir í greinini eru broyttir síðani í heyst.


Annika er skift til danska stórfelagið, NFH. Hon og Rakul Wardum hava eina stóra uppgávu í føroyska málinum í kvøld.


Tí hin luturin er, at Rumenia hevur í dag ein leikara sum eitur Cristina Neagu.

Hon var skadd tá ið Rumenia var her í 2019.


Hon fekk ræðuligan knæskaða í fjórðingsfinaluni við EM-endaspælið 2018.

Hon hevði tá longu gjørt nóg mikið til at vinna Rumenia í hálvfinalurnar, men nú fekk hon ikki leitt tær longri.


Rumenia endaði nummar fýra við EM 2018. Tær kundu vunnið gull um Neagu helt fram.


Níggju mánaðir seinni vóru Føroyar á odda ímóti Rumenia eftir fyrra hálvleik.


Hetta munnu tær rumensku minnast. Og tí munnu tær hesaferð hava heitt á ein av heimsins bestu leikarum nakrantíð.

Og hon er enn avbera góð.

Eg lurti viðhvørt eftir einum poddvarpi, sum kallast Uninformed Handball Hour.


Tá ið tann sendingin skuldi kjósa heimsins besta leikara 2021, var hildið fyri, at fólk gloyma at tosa um Neagu, tí tey hava vænt seg við hvussu góð hon hevur verið seinastu 10-15 árini. Tað sigur nakað í sær sjálvum.


Í kvøld fer føroyska landsliðið so at veja seg við helst heimsins besta vinstra bakk.


Og tær rumensku fara at venja seg við eitt føroyskt landslið, sum ætlar sær at gera avrikið frá fyrra hálvleiki 2019 liðugt.


Tað er eisini stuttligari at vinna, tá ið hinar hava tær bestu við


Koyr á Føroyar



Comentarios


bottom of page