top of page
Sjúrður

EM-Trok 4: Takk fyri í ár - Vit hoyrast aftur

Trok.fo/Lurta ella har tú lurtar eftir podvarpi

Trokpoddurin hevur verið aftur í EM-hýrið í vetur.

Poddingarhugurin hevur trokað seg á, nú tá ið kvinnulandsliðið spældi EM-endaspæl á fyrsta sinni.

Og vorið sum fyrsta roynd!



Føroyar fluttu seg frá 24. plássið upp á 17. pláss, sum gav fyrimun í lutakastinum til HM-endaspælið.


Hava tit lurtað, so hava tit hoyrt Sjúrð sjabba um HM-undan-undankappingina í Sveis í 2018.

Hana venda vit altso aftur til.



Í fjórða og seinasta EM-trokpoddinum er Bára Krossteig Hansen gestavertur.

Hetta er als ikki fyrstu ferð, at Bára hevur hjálpt Sjúrði at greina eitt endaspæl í kvinnuhondbólti. Hesaferð var tó stuttligar, tí tað er við føroyskum brillum, at vit hyggja at EM-endaspælinum 2024.


Vit minnast aftur á, og lýta sjálvandi eisini frameftir.


Poddurin var tikin upp dagin fyri EM-finaluna og HM-lutakastið. Og sjálvandi var eisini høvi at kanna sær ymsu bitarnar, ið lógu á borinum.

Ein serliga dragandi biti var Litava, sum bæði Sjúrður og Bára høvdu góð minni av.


Tí nú fara vit seks ár aftur til fyrsta desember í harrans ári 2018


Staðið er Sveis.


Mótstøðuliðið er Litava.


Bára Krossteig Hansen setur tvey mál í netið undir trygga føroyska 25-21 sigrinum.


Og tað er fyrstu ferð at frásøgufólkið, Sjúrður, yvirhøvur sleppur at siga orðini, "Føroyar vinna" í beinleiðis sending.


Lurta á Spotify, Apple Podcasts, Google Podcasts, ella hvar tú nú lurtar eftir podvarpið.


Alt okkara Podvarps-savn liggur eisini altíð púra ókeypis á trok.fo/lurta


Takk fyri í ár. Vit hoyrast skjótt aftur.



Comments


bottom of page