19 ára gamli føroyingurin heldur fram við at taka okkum á bóli. Hesuferð tí hann er kosin besti leikarin í Svøríki í oktober. Tað skrivar heimasíðan, Handbollsligan.se
Rósandi orð frá journalistunum
Hettar er ikki fyrstu ferð Elias verður róstur av svensku serfrøðingunum, og tað verður eftir øllum at døma ikki síðstu ferð.
- Elias (Ellefsen, red.) á Skipagøtu hevur við ferð og finessu sett sín egna dám á svensku deildina, skrivar Olof Thyrelius Ericson fyri Handbollsligan.se.
Í oktober hevur Elias skorað 27 mál og hevur havt 10 málgevandi avleveringar. Hann sigur sjálvur at kroppsliga er hann væl fyri.
- Eg kenni meg kroppsliga betur fyri nú, enn eg gjørdi áðrenn, sigur Elias við heimasíðuna.
Hann verður spurdur um hann heldur at hann er betri enn nakrantíð, men smæðin svarar hann at hann veit ikki.
- Eg veit ikki, eg føli meg væl fyri. Akslar og knø eru góð í løtuni, so nú vóni eg at tað bara fer at ganga framá, svarar hann.
Besti dysturin var toppdystur
Elias sigur sjálvur, at besti dysturin hendan mánaðin var dysturin ímóti Alingsås HK.
- Eg spældi væl í 55 minuttir í øllum førum. Eg misnýtti eitt brotskast tá fimm minuttir vóru eftir at leika, men annars var tað gott, sigur hann.
Ungi spælskiparin er ovfarin av at hann nú fær heiðurin sum besti leikarin í oktober.
- Eg hevði ikki hugsað tað. Eg helt eg spældi væl tveir dystir, og eitt sindur verri ímóti Alingås, sigur hann.
Skal vænta sær enn størri leiklut
Í teimum dystunum sum Elias hevur spælt, er hann altíð í andglettinum. Hann smæðist ikki burtur tá hann hevur bóltin, og viðleikararnir venda ofta eyguni eftir honum tá dystirnir skulu avgerðast. Men nú er ein skaði í hópinum sum ger at hann kann fáa ein enn størri leiklut enn áður.
Olle Ek er blivin skaddur, og hann hevur røkt plássið tá Elias ikki er inni.
- Tað er ógvuliga keðiligt við Olle. Eg vóni hann er skjótur aftur á vøllin, men vit mugu taka tað sum tað kemur. Vit eru tunnir á bakplássunum nú, sigur Elias Ellefsen á Skipagøtu.
Hagtøl í oktober
5 oktober: IF Hallby (b), 30–25
8 mål, 3 assist, 5,25 MEP-poäng
9 oktober: Alingsås HK (h), 33–36
9 mål, 2 assist, 5,14 MEP-poäng
16 oktober: Önnereds HK (b), 32–25
7 mål, 2 assist, 3,7 MEP-poäng
22 oktober: HK Aranäs (h), 33–20
3 mål, 3 assist, 0,45 MEP-poäng
Totalt: 27 mål, 10 assist, 14,54 MEP-poäng
Comments