top of page
Sjúrður

Bonustrok: Frá kærleika á Hálsi og mjørka í Vágunum til hatur í Skopje




"Her følir mann ein positivitet í høllini og tað verður stuðlað og tað er við kærleika, men so tá vit koma oman har sunnudagin, tá verður hatur, tað verður eldur, tað verður kríggj. So vit hava brúk fyri teimum sjey málunum", segði Hákun West av Teigum eftir sigurin.






Tað var tó ikki hatrið, sum fylti í tonkunum hjá leikarunum, sum komu í tokutrupulleikar í Føroyum.


Meðan bíðað var, tosaðu vit við Vilhelm Poulsen, sum mitt í øllum rokanum kundi staðfesta leysasøgurnar um at hann skal eitt øgiligt stig upp í Bundesliguna.


Tá ið landsliðið endaliga slapp á flog fingu vit stutt orðið á Trónd Mikkelsen og Pætur Mikkjalsson - Áðrenn vit rundaðu av við hjálparvenjaranum Julian Johansen á dystardegnum sjálvum


Hoyr hetta Trokið á Trok.fo/lurta, Spotify, Apple Podcast ella hvar tú nú einaferð plagar at fáa tínar poddar



Vit tosaðu við Vilhelm Poulsen um skiftið til Hannover, uppgávuna fyri framman og annað - Mynd: Harald Bjørgvin

"Tað verður hatur, tað verður eldur, tað verður kríggj", sigur Hákun West av Teigum, sum hevur spælt heitar dystir í Makedonia fyrr - Mynd: Harald Bjørgvin

Eftir eina langa bíðitíð í Vágunum er Tróndur Mikkelsen til reiðar til ein umgang afturat ímóti monnunum hjá Lazarov - Mynd: Harald Bjørgvin

Julian Johansen, hjálparvenjari, er ikki so stúrin sum á hesi myndin tá ið vit práta við hann í Skopje - Savnsmynd: Harald Bjørgvin

Comentarios


bottom of page