Føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, skiftir umgangandi til stóra danska felagið, Nykøbing Falster Håndbold, sum liggur ovarliga í fremstu donsku deildini. Hetta boðaði felagið frá á tíðindafundi í kvøld
Les eisini:
Annika skiftir úr íslendska felagi sínum, Haukar, sum hon hevur umboðað síðani seinasta kappingarár.
Hetta kappingarárið hevur hon verið ímillum allarbestu málverjarnar í fremstu íslendsku deildini, og tað hevur danska stórfelagið, NFH, lagt til merkis, nú málverji teirra, Louise Egestorp, er við barn, og tørvur var á einum avloysara alt fyri eitt.
Og tann avloysarin er altso føroyski landsliðsmálverjin, Annika Fríðheim Petersen, sum eftir ætlan spælir umráðandi dystin ímóti Viborg HK longu nú mikukvøldið.
Sí eisini:
Nykøbing Falster Håndbold (NFH) er stórt danskt felag, sum í løtuni liggur á sætta plássi í fremstu donsku deildini, Bambusa-liguni. Felagið ednaðist best fyri einum fýra-fimm árum síðani.
NFH var eitt nú Danmarksmeistari 2017 og vann donsku steypakappingina í 2018, umframt at felagið rakk hálvfinalunum í EHF Cup í 2016.
Á tíðindafundinum, sum var stroymdur beinleiðis á facebook, var prátað við Anniku.
22 ára gamli føroyski málverjin tóktist spentur til nýggju uppgávuna, og svaraði fleiri spurningum.
Um munin ímillum føroyskan og danskan hondbólt, greiddi Annika frá, at har var meira tempo í Danmark, har hondbólturin er meira professionellur. Annika var eisini skjót at greiða frá, at hondbólturin stendur í blóma í Føroyum, og vísti á, at nógvir spennandi ungir leikarar eru á veg í Føroyum.
À tíðindafundinum var eisini bitið merki í, at Annika hevði spælt ímóti Danmark.
- Dysturin gekk ikki so væl, men tað var feitt at spæla ímóti teimum, segði landsliðsmálverjin, áðrenn hon legði afturat, at hon væntar at fleiri føroyingar verða at síggja í fremstu deildinum komandi árini.
Orðstýrarin ljóðaði spentur, og spurdi um har vóru fleiri føroysk talentir, sum lið, sum NFH, kundu hyggja eftir,
- Ja heilt vist. Har eru nógvir spennandi ungir spælarar, svaraði Annika, áðrenn hon var spurd um at lýsa seg sjálvan sum málverja.
- Nógv orka, gott lag og stórar ætlanir, var svarið frá føroyska málverjanum.
Spurd um hon er ein málverji, sum rópar á sínar viðleikarar, svarar Annika:
- Eg skal kanska læra meg eitt sindur betri at rópa á viðleikararnar, men eg gevi teimum rós og eri røsk at rópa á áskoðararnar, svarar Annika Fríðheim Petersen.
Sí upptøku av øllum tíðindafundinum niðanfyri, ella við at trýsta á leinkið:
Comments